Klovnurin BUBU - Í staðnum Betlehem


Hann hevur hildið jólaferiu - nokk eisini tiltrongd, men longu nú, so hevur toymið handan Klovnin BUBU rørt uppá seg, og leggur nú nýtt videolag á youtube rásina.






Við sínum umleið 800.000 hits, er Youtube rásin hjá BUBU sera vælvitja, og við hesum nýggja lagnum, so fara børn í Føroyum og eisini kring heimin, at síggja og hoyra enn meira til BUBU.






Nýggja lagið, sum nú er lagt út - er eisini við á vælmóttikna filminum, ið BUBU saman við Jógvan professara, lótu úr hondum í fjør, og sum børn og foreldur framvegis dáma sera væl, men nú er tað eisini tøkt á youtube.






Orð og lag hevur argjamaðurin Jón Magnus Joensen gjørt fyri mongum árum síðani - men nú er tað komið í nýggjum hami og videolagið er tikið upp í Ísrael, í En Gedi, har søgan um at Dávdi krógvaði seg fyri Sául Kongi. Lagið eitur: Í staðnum Betlehem.